Uttanlands

Harðasti jarðsjálvtin í hesum umfarinum

Ein jarðsjálvti við styrkini 5,4 á richter-stiganum var í kvøld nærhendis Fagradalsfjall á Reykjanesi

Fráboðanir eru um materiellar skaðar av jarðsjálvtanum í Grindavík. Jarðsjálvtin var tríggjar kilometrar frá býnum (Mynd: Mbl.is)

Fráboðanir eru um materiellar skaðar av jarðsjálvtanum í Grindavík. Jarðsjálvtin var tríggjar kilometrar frá býnum (Mynd: Mbl.is)

2022-07-31 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seismiska virksemið í økinum kring Fagradalsfjall á Reykjanesi heldur fram. Morgunblaðið skrivar í kvøld, at beint fyri klokkan 18 var harðasti jarðsjálvti higartil skrásettur.

Hann varð máldur til 5,4 á Richter-stiganum.

Jarðsjálvtin var tríggjar kilometrar í ein landnyrðing úr Grindavík og varð máldur á 1,9 kilometrar dýpi.

[object Object](Mynd: Google Maps)

Tað var á middegi í gjár, at ein røð av jarðsjálvtum byrjaðu á Reykjanesi, nærhendis Fagradalsfjalli, har tað í fjør goysti, men hetta var sum nevnt tann harðasti, sum er máldur.

Morgunblaðið skrivar, at hann merktiskt væl í høvuðsstaðarøkinum, á suðurlandinum og á vesturlandinum.

Upptøkutólini hjá Morgunblaðnum fangaðu løtuna tá jarðsjálvtin var:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder