2020-01-21 18:02
Landnyringsspania er í løtuni rakt av ringastu vetraródnini í næstan 40 ár.
Ódnin hevur longu kravt í minsta lagi trý mannalív, og 220.000 fólk í Katalonia mistu í dag streymin í fleiri tímar.
Ódnin, sum hevur fingið navnið Gloria hevur herjað síðan sunnudagin.
(Mynd: EPA)
Sambært Ritzau vísa vindmátingarnar upp móti 27,78 m/s, og eisini hevur verið nógv kavaæl og regn.
Stórar aldurnar, ið skola inn móti strendunum hava eisini oyðilagt fleiri handlar og matstovur í økinum.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald