2024-06-30 12:25
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um harðskap, sum fór fram í høvuðsstaðnum í nátt.
Tað var klokkan tvey í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um ein bardaga. Hetta var ikki á festivaløkinum í Vágsbotni men inni á einum skeinkistaði í býnum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Sum skilst var talan um tveir persónar, sum løgdu á ein triðja persón. Órættaði fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, og løgreglan hevur nøvnini á hinum báðum persónunum, og teir skulu eisini avhoyrast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald