2019-10-19 10:14
Um trý-tíðina í nátt varð ein maður í Klaksvík handtikin eftir at hava sligið tveir ungar dreingir.
Sum skilst fekk eingin teirra nakran álvarsligan skaða, men maðurin, sum eisini var ávirkaður av rúsdrekka, varð koyrdur í klivan at sova rúsin av sær.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, enn situr í klivanum, og verður hann leyslatin aftur, tá løgreglan hevur avhoyrt hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald