Innanlands

Harðskapsmál skal kannast nærri

Kom til ilnar millum gest og duravørð á skeinkistaði í Havn

2021-05-03 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan arbeiðir í løtuni við at kanna, um hvat skal gerast við eitt harðskapsmál, sum hendi við eitt av skeinkingarstøðunum í Havn sunnunáttina.

Tað kom til ilnar millum ein gest og duravørðin á skeinkistaðnum.

Skeinkistaðið sendi boð eftir løgregluni, tí at gesturin hevði verið víst harðligan atburð, ið kann metast sum harðskapur.

- Vit hava enn ikki tikið stig, um vit skulu fara allan vegin og skuldseta gestin fyri harðskap, ella um hetta kann avgreiðast við eini bót. Vit hava tryggjað okkum upptøkur frá vakmyndatólinum, og tað er nú upp til løgfrøðingarnar hjá okkum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við málinum, sum fór fram um trý-tíðina sunnunáttina, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Løgreglan kannar eisini eitt annað mál, sum kann gerast eitt rúsevnamál. Tað var í sambandi við, at løgreglan skuldi út at handtaka ein persón, at staðfest varð, at viðkomandi hevði rúsandi evnir á bústaðinum.

Narkodeildin hjá løgregluni varð boðsend, og málið verður nú kannað nærri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder