Innanlands

Harðskapur á gistingarhúsi

Í gjárkvøldið varð ein persónur handtikin fyri at hava framt harðskap móti tveimum persónum á einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-24 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um harðskap móti tveimum persónum á einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum.

Um klokkan 21 í gjárkvøldið ringdu órættaðu úr kamari teirra at boða frá hendingini, og løgreglan kom á staðið og handtók gerningsmannin.

Gerningsmaðurin er enn á løgreglustøðini, og málið verður kannað víðari í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum í løtuni ikki kann upplýsa meira um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder