Innanlands

Harðskapur móti starvsfólki á bensinstøð

Løgreglan kannar harðskapsmál, sum fór fram á einari bensinstøð í gjár. Harðskapurin skal vera framdur móti einum starvsfólki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-29 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk seinnapartin í gjár fráboðan um eitt harðskapsmál á einari bensinstóð í Havn. Talan skal vera um fólk sum fóru á eina bensinstøð í Havn, og hava framt harðskap ímóti einum starvsfólki.

Av politistøðini í morgun verður upplýst, at tað var ein persónur, sum framdi harðskapin, men at hetta nú verður kannað nærri.

Vakmyndatól eru tøk á staðnum, og hesar upptøkur skulu hyggjast ígjøgnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder