Uttanlands

Harður jarðskjálvti á Reykjarnesi

Bláa Lónið liggur tætt við miðdepilin, men onki bendir á, at bygningarnir hava tikið skaða

(Mynd: RUV)

(Mynd: RUV)

2021-02-24 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

Ein ógvusligur jarðskjálvti hendi fyrrapartin á Reykjarnesi í útsynningspartinum av Íslandi.

Skjalvtin hendi beint eftir klokkan 10 lokala tíð, skriva íslendskir miðlar.

Sjálvtin varð máldur til 5,7 á richtertkalanum, skrivar Ríkisútvarpið. Miðdepilin var tríggjar kilometrar suðurvestur úr fjallinum Keilir miðskeiðis á Reykjarnesi.

Sjálvtin merktist fleiri staðir í høvuðsstaðarøkinum, og sagt verður, at tey merktu hann heilt út á Seltjarnarnes. Morgunblaðið hevur eisini fingið fráboðanir frá fólki, sum merktu ristingarnar í eitt nú Borgarfirði og Snæfellsnesi norðan fyri Reykjavík og í Stokkseyri vestan fyri Reykjarnes á Suðurlandinum.

Fleiri ristingar hava verið á Reykjarnesi síðan árla í morgun, skrivar Morgunblaðið.

[object Object]
Bláa Lónið (Savnsmynd: EPA)

Væl umtókta Bláa Lónið liggur ikki so langt frá miðdeplinum fyri skjálvtan, og har tóku tey avgerð um av rýma frá staðnum beinanvegin, eins og fyriskipað er.

- Vit sóu ikki aðarar møguleikar enn at rýma frá staðnum sum skjótast, sigur Grímur Sæmundsen, stjóri í Bláa Lóni við Morgunblaðið. Onki bendir kortini á, at bygningarnir við vælumtókta baði- og vælverustaðið hava fingið skaðar av skjálvtanum.

Starvsfólkini fara seinni í ella í morgin aftur til økið fyri at kanna, hvussu støðan er, skrivar Morgunblaðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder