Uttanlands

Harður jarðskjálvti í Kina

Minst 65 fólk hava latið lív í Sichuan-landslutinum

Bjargingarfólk hjálpa neyðstøddum yvir eina á (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk hjálpa neyðstøddum yvir eina á (Mynd: EPA)

2022-09-06 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

65 fólk hava latið lív eftir ein harðan jarðskjálvta í Sichuan landslutinum í útsynnings Kina. Skjálvtin er tann harðasti í økinum seinastu fimm árini.

Út móti 250 fólk hava fingið viðgerð eftir skaða, harav nøkur enn eru í lívsvanda, upplýsir Reuters.

Skjálvtin rakti seinnapartin mánadagin, lokala tíð. Hann varð máldur til 6,8. Nógv hús eru oyðiligd í økinum, har tað eisini vórðu fleiri skriðulop orsaka av ristingunum.

Fleiri vegir eru framvegis stongdir, og ravmagns- og vatnveitingarnar eru oyðilagdar.

Fleiri túsund fólk hjálpa til í arbeiðinum at bjarga og leita eftir fólkum, ið eru saknað.

Bjargingarfólkini hava fingið hjálp frá tyrlum og dronum at leita úr luftini. Stórar maskinur eru eisini fluttar til økið, og eru farnar undir at rudda tey raktu støðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder