2020-10-31 16:18
Í minsta lagi 26 fólk hava latið lív, meðan fleiri hundrað eru særd eftir ein harðan jarðskjálvta í Egearhavinum uttanfyri Turkland fríggjadagin. Tað boða lokalu myndugleikarnir frá sambært Danmarks Radio.
Jarðskjálvtin varð máldur til styrkina 7, og tað er eisini boðað frá fleiri eftirskjálvtum.
Størstu materiellu skaðarnir eru í turkiska stórbýnum Izmir, ið er triðstørsti býur í Turkalandi. Har eru fleiri íbúðarblokkar rapaðir.
Á griksku oynni Samos hava tveir tannáringar latið lív, meðan hini andlátini eru í Turkalandi, har nærum 800 fólk hava fingið skaða.
Bæði Samos og Turkalandi eru rakt av eini einari lítlari flóðaldu eftir jarðskjálvtan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald