Uttanlands

Harður jarðskjálvti við Salomonoyggjar

Ávarað varð móti flóðaldum – men vandin er av

2022-11-22 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvarnir á Salomonoyggjum fingu boð um at leita sær upp í hæddirnar eftir at ein harður jarðskjálvti rakti økið nær oyggjabólkin í Kyrrahavinum.

- Rátt verður íbúgvum til at leita sær niðan á hægri liggjandi økir, segði ein talsmaður fyri forsætisráðharran í landinum, Manasseh Sogavares, við Reuters tíðindastovuna.

Viðkomandi greiddi frá, at ristingingarnar merktust væl í høvuðsstaðnum, Honiara, har lutir vórðu tveittir runt ella duttu niður av veggunum. Kortini vóru tað ikki bygningar, sum fingu skaða, skrivar Ritzau.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin, USGS, máldi í fyrstu atløgu skjálvtan til 7,3, men hetta tal varð seinni sett niður á 6,0.

Tað vóru eisini sendar út ávaringar móti flóðaldum fyri strendurnar á Salomonoyggjum í einum øki 300 kilometrar frá skjálvtamiðdeplinum.

Hálvanannan tíma seinni frættist, at tað kortini ikki var nakar slíkur vandi.

Eitt tíðindafólk hjá AFP tíðindastovuni, sum var í høvuðsstaðnum, upplýsir, at ristingarnar vardu í umleið 20 sekund. Streymurin fór yvir stóran part av býnum, og fólk sóust rýma úr skrivstovubygningum fyri at leita sær niðan í hægri økir.

Umleið 800.000 fólk búgva á Salomonoyggjum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder