Innanlands

Harmast um avgerðina

Fólkaflokkurin hevur ikki fleiri viðmerkingar til nýggjur formaður er valdur, sigur Beinir Johannesen, tingbólkaformaður

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-10 10:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein politisk bumba brast í morgun, tá Christian Andreasen boðaði frá, at hann hevur lagt frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

Tingbólkaformaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sigur, at tað ikki er nøkur loyna, at tey í flokkinum eru sera hørm um, at formaðurin hevur valt at leggja frá sær.

- Nú fara vit í felag at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis á floksleiðsufundi seinni í dag, sigur hann.

- Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur formaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna, sigur Beinir Johannesen.

Beinir Johannesen var upp á tal sum formaður, tá formansval var í flokkinum í vár.

Løgtingsval verður hosdagin 8. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder