Uttanlands

Harris brúkti munandi fleiri pengar enn Trump í august

Í august vórðu 174 milliónir dollarar brúktir til valstríðið hjá Harris, meðan 61 milliónir vórðu brúktir til valstríðið hjá Trump

Doandl Trump og Kamala Harris í sjónvarpskjaki á ABC News fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Doandl Trump og Kamala Harris í sjónvarpskjaki á ABC News fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2024-09-21 17:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august kostaði valstríðið hjá demokratiska forsetavalevninum Kamalu Harris 174 milliónir dollarar.

Tað er ein upphædd, sum svarar til 1,2 milliardir í okkara krónum.

Sambært skjølum, sum toymini hjá Harris og republikanska forsetavalevninum Donald Trump, hava latið amerikonsku valnevndini, FEC brúkti Harris nærum trífalt so nógvar pengar til valstríðið í august sum mótstøðumaður hennara.

Trump brúkti í august "bert" 61 milliónir dollarar, sum svarar til 407 milliónir krónur.

Hjá báðum valevnum varð meginparturin av pengunum brúktur til lýsingar, meðan smærri upphæddir vórðu brúktar til veljarafundir, ferðir og løn til starvsfólk, skrivar Ritzau.

FEC hevur eisini fingið upplýst, hvussu nóg varð savnað inn til valstríðini hjá Trump og Harris í august. Hjá Harris komu inn 190 milliónir dollarar, meðan Trump savnaði inn 45 milliónir dollarar.

Hetta svarar til ávikavist 1,26 milliardir og 300 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder