Uttanlands

Harris og Trump kjakast í komandi viku

Kjakið, sum er tað higartil einasta, sum avtala er gjørd um, verður uttan áskoðarar

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-09-08 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttina til mikudagin okkara tíð verður fyrsta beinleiðis sjónvarpskjakið millum amerikonsku forsetavalevnini Kamala Harris og Donald Trump.

Kjakið, sum verður í Philadelphia, og sum verður sent á ABC News, fer at vara 90 minuttir.

Trump og Harris eru blivin samd um, at eingir áskoðarar skulu vera til staðar, at tey ikki sleppa at hava skrivligar viðmerkingar við sær, og ikki sleppa at seta hvørjum øðrum spurningar. Mikrofonin skal eisini vera sløkt hjá tí valevninum, sum ikki hevur orðið, skrivar miðilin Axios.

Sambært Ritzau er hetta kjakið higartil tað einasta, sum valevnini hava gjørt avtalu um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder