Bretski Harry prinsur møtti í dag í High Court rættinum London í sambandi við eitt rættarmál móti bretska tabloid-blaðnum, Daily Mail.
Sambært AFP kom tað óvæntað, at prinsurin valdi at vera til staðar í London.
Harry, ið er yngsti sonur Charles kong og búsitandi í USA, hevur reist sakarmál móti Daily Mail saman við fleiri øðrum kendum persónum. Teirra millum sangarin Elton John, og maður hansara, filmsframleiðarin David Furnish. Eisini sjónleikararnir Elizabeth Hurley og Sadie Frost eru við í sakarmálinum.
Advokatarnir hjá Harry prinsi og Sadi Frost sendu í oktober í fjør eitt tíðindaskriv um málið. Her stóð, at Associated Newspaper, ið gevur út Daily Mail, verður saksøkt fyri at avlurta telefon, bil og heim, skrivar Reuters.
Harumframt skal blaðið hava goldið løgreglufólkum fyri upplýsingar.
Associated Newspaper vísir øllum skuldsetingum aftur.
Rættarfrágreiðingar vísa, at trý ymisk rættarmál vórðu reist móti felagnum 6. oktober.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Harry prinsur hevur verið í stríð við Associated Newspaper. Tríggjar ferðir hevur prinsurin hálað útgevaran í rættin – eitt nú fyri at avlurta telefonir.
Eisini kona hansara, Meghan Markle, hevur saksøkt Associated Newspaper fyri at hava gjørt seg inn á hennara privatlív.
Tað gjørdi hon, tí blaðið Mail on Sunday hevði prentað brot úr einum brævi, sum Meghan Markle hevði skrivað til pápa sín.
Tað málið vann hon í desember 2021. Blaðið skuldi almannakunngera eina umbering fyri sína forsíðu og rinda sakarmálskostnaðin.
Hjúnini hava fyrr sagt, at tey onki samskifti vilja hava við fleiri bretsk bløð – teirra millum Daily Mail, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald