Uttanlands

Harry Potter-rithøvundur forvinnur næstan tvær mió. um dagin

Aðrir rithøvundar sum Dan Brown og Stephen King forvinna sær eisini fleiri 100.000 krónur um dagin

2018-11-19 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

J. K. Rowling, rithøvundurin handan Harry Potter bøkurnar hevur vunnið sær rættiliga nógvan pening í seinastuni.

Sambært B.T., vísa tølini frá bókatænastuni Wordery, at J. K. Rowling í tíðarskeiðnum mars 2017 til mars 2018 vann sær 624 milliónir krónur, ið svarar til uml. 1,7 milliónir um dagin, 71.000 krónur um tíman, ella 1200 krónur hvønn minutt.

J. K. Rowling hevur eisini havt úr at gera í seinastuni. Bæði við sjónleikinum "Harry Potter and the Cursed Child" (á føroyskum "Harry Potter of bannsetta barnið"), filmsrøðina "Fantastic Beasts and Where to Find Them" (á føroyskum "Undursom djór og har tey eru"), umframt røðina av krimibókum um detektivin Cormoran Strike, sum hon hevur skrivað undir navninum Robert Galbraith.

Meginpartin av inntøku sínari far hon tó enn frá teimum sjey fyrstu bókunum í Harry Potter-røðini.

Tó er tað ringt at siga, akkurát hvussu rík J. K. Rowling er, av tí at hon hevur givið so øgiliga stórar upphæddir til vælgerandi endamál.

Aðrir rithøvundar, ið klára seg væl eru Dan Brown, ið hevur skrivað "The Da Vinci Code" og Stephen King, ið er kendur fyri at skriva bøkur sum "The Shining" og "Carrie".

Sambært tølunum hjá Wordery, forvann Stephen King sær knappar 12 milliónir pund, ið svarar til uml. 99 milliónir krónur, í 2017. Hetta svarar til 271.000 krónur um dagin ella 11.300 krónur um tíman.

Dan Brown kláraði seg eitt sindur betur enn Stephen King. Sambært Wordery forvann hann sær 15,7 milliónir pund ella 132,3 milliónir krónur, í 2017, ið svarar til uml. 362.000 krónur um dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder