J.K. Rowling, rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar, hevur latið 15,3 mió. pund, ið svarar til gott 130 mió. í okkara krónum, til sklerosugransking.
Peningurin fer til The Anne Rowling Regenerative Neurology Clinic í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh, skrivar Politiken.
Miðstøðin er uppkallað eftir mammu J.K. Rowling, sum doyði av multipel sklerosu sum 45 ára gomul. Miðstøðin varð latin upp í 2010, og tá lat J.K. Rowling eisini tíggju mió. pund, ið svarar til gott 84 mió krónur.
Tá miðstøðin varð sett á stovn, hevði eingin ímyndað sær, tey stóru framstig, sum eru nátt, sigur J.K. Rowling sambært BBC. Hesin peningurin, sum hon júst hevur latið, skal brúkast til gransking og nýggjar hentleikar.
- Eg havi sjálv hoyrt, hvussu stóran mun hetta kann gera, sigur hon.
Sklerosa er ein sjúka, sum brýtur niður partar av nervakyknum. Tað merkir, at nervarnar ikki fáa samskift ordiligt, og hetta sæst aftur sum fleiri sjúkueyðkenni.
Vælumtókta bókarøðin um gandakallin, Harry Potter hevur gjørt J.K. Rowling til ein av ríkastu rithøvundunum í heiminum. Sambært Sunday Times eigur J.K. Rowling uml. 750 mió. pund, ið svarar til 6,28 mia. í okkara krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald