Tíðliga í 2027. Tá verður nýggja sjónvarpsrøðin av Harry Potter frumsýning, sigur Casey Bloys, nevndarformaður og stjóri í HBO, við Deadline.
Um tað so er í januar, februar, mars ella apríl er enn ikki greitt, men tíðliga í 2027 verður tað so, sigur hann.
Ætlanin er at tær sjey Harry Potter-bøkurnar skulu vera ein sesong hvør. Hetta fer væntandi at taka 10 ár at framleiða.
Høvuðsleiklutin sum Harry Potter hevur 11 ára gamli Dominic McLaughlin. Arabella Stanton og Alastair Stout eru í leiklutunum sum ávikavist Hermione Granger og Ron Weasley.
Upptøkurnar byrjaðu í upptøkuhølunum hjá Warner Bros í Leavesden norðanfyri London í fjørsummar.
Leikararnir í upprunaligu Harry Potter-filmunum Daniel Radcliffe, Rupert Grint og Emma Watson (Mynd: Warner Bros)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald