
Tað er eftir øllum at døma stórur áhugi at skjóta harur í Kvívík. Haruhagarnir í økinum vóru seldir meðan seyðasýning var í Kvívík, og tað vóru góðir prísir, skrivar jn.fo.
Fýra hagar fóru fyri tilsamans 129.000 krónur.
Norðihagi fór fyri 31.000 krónur, Gásafelli fór fyri 38.000 krónur, Fjallið fór fyri 37.000 krónur og Frammihagi fór fyri 23.000 krónur.
Haruskjóting er loyvd frá 2. november til 31. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald