Uttanlands

Harvey Weinstein hevur gjørt semju fyri 293 mió. kr.

Harvey Weinstein er ákærdur fyri at hava framt kynsligan ágang móti fleiri kvinnum

2019-05-24 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi amerikanski filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, sum hevur verið tað heilt stóra navnið í samband við “metoo-gøluna, hevur nú gjørt semju um 293 milliónir krónur endurgjald til fleiri av ofrunum.

Weinstein varð ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur yvir tey seinastu áratíggjuni. Nú fáa fleiri av kvinnunum stórt endurgjald, skriva fleiri stórir amerikanskir miðlar.

Harvey Weinstein var í fleiri ár ein av størstu filmsframleiðarunum í heiminum. Hann hevur vunnið sær meiri enn 16 milliardir krónur gjøgnum yrkisleiðina, skriva amerikanskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder