2020-12-11 12:25

Í morgun fóru fleri rútar inn á nýggja skipinum hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, sum hevur siglt millum Havnina og Nólsoy síðan mánakvøldið.
Sí myndir her.
Orsakað av hesum er skipið fyribils tikið úr sigling, og Strandferðslan boðar frá, at Hasfjord fer at røkja siglingina á leið 90 í dag í staðin.
Hasfjord tekur tó bert 12 ferðafólk, nakað færri enn tey 96, sum Erla Kongsdóttir tekur, og tí verður siglt soleiðis restina av degnum:
- Av Havnini kl. 12:30
- Úr Nólsoy kl. 13:05
- Av Havnini kl. 13:40
- Úr Nólsoy kl. 14:15
- Av Havnini kl. 14:50
- Úr Nólsoy kl. 15:25
- Av Havnini kl. 16:00
- Úr Nólsoy kl. 16:35
- Av Havnini kl. 17:10
- Úr Nólsoy kl. 17:45
- Av Havnini kl. 18:20
- Úr Nólsoy kl. 18:55
- Av Havnini kl. 19:30
- Úr Nólsoy kl. 20:05
- Av Havnini kl. 20:40
- Úr Nólsoy kl. 21:15
Um neyðugt, verður ein eykatúrur sigldur kl. 22:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald