Innanlands

Hasfjord siglir pendulfart

Ternan er fingin av aftur og øll ferðafólkini eru sloppin í land

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2021-05-29 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var á veg inn í Skopunar havn, at strandfaraskipið Ternan rendi á land. Enn er ikki staðfest júst hvat hendi, men greitt er at Ternan ikki siglir fyribils.

Ferðafólkini sluppu í land rættiliga skjótt, og Ternan er nú eisini komin av aftur, og liggur við bryggju í Skopun.

Strandferðslan boðar frá, at Hasfjord siglir pendulfart millum Skopun og Gomlurætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder