Innanlands

Hasfjord væntandi aftur í sigling mánamorgunin

Hósdagin kom brek á fremra portrið á skipinum, men Strandferðslan boðar nú frá, at góð útlit eru fyri, at Hasfjord fer aftur í sigling í morgin

Hasfjord fer væntandi í sigling aftur mánamorgunin (Savnsmynd; Sverri Egholm)

Hasfjord fer væntandi í sigling aftur mánamorgunin (Savnsmynd; Sverri Egholm)

2022-05-08 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Góð útlit eru fyri, at Hasfjord kann fara í sigling aftur í morginárini.

Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Hósdagin seinnapart kom brek á fremra portrið á Hasfjord, og hetta hevði við sær, at skipið ikki fekk siglt av Gomlurætt aftur, og at steðgur var í ferðsluni á Sandoyarleiðini í nærum tveir tímar, meðan arbeitt var við at fáa portrið niður, so skipið kundi fara frá bryggju.

Av somu orsøk mátti Teistin venda við aftur til Skopunar og bíða eftir at sleppa aftur til bryggju á Gomlurætt.

Men klokkan 19.20 sama kvøldið bar til hjá Hasfjord at fara aftur til Havnar, har Mest stóðu klár at umvæla skaðan, og nú verður so boðað frá, at skipið væntandi fer í sigling aftur í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder