Innanlands

Hash funnið í bili í Havn

Viðkomandi, sum koyrdi bilin var ávirkaður og hevði einki koyrikort

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-03 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun steðgaði løgreglan einum 18 ára gomlum bilførara í Havn. Tað vísti seg, at viðkomandi einki koyrikort hevði, og tá løgreglan tosaði við hann, varnaðist løgreglan eisini, at bilurin luktaði av rúsevnum, og gjørdist skjótt greitt, at bilførarin var ávirkaður av hesum.

Blóðroynd er tikin av føraranum, og tá løgreglan rannsakaði bilin, varð ein lítil nøgd av hashi eisini funnin.

Klokkan átta í morgun var eisini eitt minni ferðsluóhapp í Leirvík, har ein kvinna misti tamarhaldið á bilinum á rendi á tvey vegskelti. Hetta elvdi so til, at bilurin byrjaði at leka olju, og mátti løgreglan senda boð eftir Landsverki at spula vegin.

Kvinnan fekk ongan álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder