Hósdagin 6. februar lat forvitnislig framsýning upp í forhøllini hjá Námi á Hoyvíksvegi í Havn.
Tað eru fýra evnaríkir næmingar frá heystskeiðnum 2019 á Føroya Fólkaháskúla, ið sýna myndir, sum tær hava teknað, málað og klipt einamest á skeiðnum.
Tær, sum sýna fram eru:
Annika á Fløtunum Rasmussen
Emmy Sveinsdóttir Thomassen
Paulina Joensen
Ýr Ákadóttir
Háskúlin er ein kreativur háskúli og slóðar ofta fyri nýggjum, spírandi listafólki. Bæði Annika, Emmy, Paulina og Ýr hava tað í felag, at tær altíð hava teknað, og at tær droyma um at kunna liva av listini burturav.
Tí er háskúlin eisini sera takksamur fyri, at Nám á hendan hátt gevur næmingunum ans og bjóðar teimum at sýna fram í frálíku hølunum á Hoyvíksvegi.
Lærari í myndlist og tekning á háskúlaskeiðnum var Pernille Mejslov, listakvinna.
Framsýningin er opin til miðjan mars 2020, hvønn yrkadag kl. 10-16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald