Innanlands

Háspenningsfelt í eini trafostøð við Glaðsheygg farið

Harvið fáa fólk í økinum ikki streymin aftur fyrrenn út ímóti middegi. Streymurin var aftur burtur eina løtu í høvuðsstaðnum um níggju tíðina

2019-12-09 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Orsakað av, at eitt háspenningsfelt í eini trafostøð við Glaðsheygg í Havn er farið, mugu fólk í økinum rundan um Glaðsheygg tíverri rokna við, at tað fer at taka meginpartin av fyrrapartinum í dag at rætta brekið og at tey fáa streymin aftur.

Soleiðis skrivar SEV á heimasíðu sínari.

Streymurin var leingi burtur í meginøkinum morgun, men kom aftur í allarflestu støðum um átta tíðina. Partar av Havn og Leirvík fingu hann seinni, men umleið klokkan 9 fór streymurin aftur í høvuðsstaðnum og í Nólsoy, og tað gekk ein løta til hann kom aftur.

Við Glaðsheygg er tó framvegis eingin streymur.

Dagføring 09.45: Streymurin var aftur burtur í nakrar minuttir í pørtum av høvuðsstaðnum fyri løtu síðani.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder