Fyri løtu síðani fóru nógvu fólkini, ið hava valt at ganga ella renna gjøgnum undirsjóvartunnlin til Sandoyar áðrenn hann letur upp fyri almennari ferðslu, avstað av Gomlurætt, nakað samstundis, sum Teistin legði frá bryggju á sínum næststíðsta túri um Skopunarfjørð.
Nú verður bíðað í spenningi til stóra upplatingarhátíðarhaldið verður inni í Dal í Sandoy.
Myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, hevur koyrt gjøgnum Sandoyartunnilin fyrrapartin, og hevur tikið nakrar myndir, eitt nú av flottu ljóslistaverkunum hjá Edwardi Fuglø, og av spentum sandoyafólki, umborð á Teistanum, bæði á Gomlurætt og í Skopun, nú seinasta dagin, Teistin tænir teimum ferðandi um fjørðin.
Um eina løtu verður roknað við, at teir fyrstu súkklararnir gjøgnum tunnilin fara at koma upp í Traðardali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald