Innanlands

Hátíðarhald á Fjøruvegnum fríggjadagin

Hetta er í sambandi við, at nýggi vegurin verður tikin alment í nýtslu. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 15 og verður við brúnna

2024-02-14 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við at Fjøruvegurin er tikin alment í nýtslu, verður hátíðarhald fríggjadagin 16. februar frá klokkan 15.

Hesum boðar Runavíkar kommuna frá á heimasíðu sínari í dag.

Nýggju Fjøruvegurin á Glyvrum kann verða týdningarmikil fyri ferðsluni í økinum. Hann er nær við millum skúla, missiónshús og Bakkafrost.

Ein nýggj brúgv er eisini yvir sjálvan vegin. Hátíðarhaldið fríggjadagin verður við sjálva brúnna.

Í samband við tað fara ítróttafeløg at renna stafett, røða er á skránni, og síðani verður snórurin kliptur.

Aftaná verður kaffi, køkur og okkurt til børnini at fáa í Glyvra skúla, skrivar runavik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder