Innanlands

Hátíðarhald: Fiskepigernes Fagforening 100 ár

12. mars verður 100 ára føðingardagurin hjá fyrsta føroyska arbeiðskvinnufelagnum hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri

2022-03-09 20:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

29. januar í ár vóru 100 ár liðin, síðan fyrsta føroyska arbeiðskvinnufelag, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn. Í hesum sambandi verður hátíðarhald leygardagin 12. mars klokkan 14.30 á Seglloftinum á Tvøroyri, har nógv ymiskt verður á skrá.

Sonne Smith verður frásøgumaður, og Sunrid Vang, forkvinna, bjóðar vælkomin.

Tvøroyrar skjalasavn hevur gjørt eina framsýning til endamálið, og hon verður at síggja á Seglloftinum. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið varða av skjalasavninum, fara eisini at hava eina framløgu um framsýningina.

Harumframt fara Ingeborg Winther og Sonja Jógvansdóttir at halda røður, og orðið verður eisini frítt til stutta føðingardagsheilsu.

Eisini verða tónleikainnsløg við Hanusi G og Tvøroyrar hornorkestri, og okkurt gott til góman verður at fáa.

Tiltakið er alment.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder