2022-08-24 18:34
Hátíðarhald verður í Nólsoy leygardagin 3. september 2022 klokkan 14 í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani listamálarin Steffan Danielsen varð borin í heim.
Steffan Danielsen lidvdi frá 1922 til 1976 og yndaði bygdina og oynna.
Á skránni verður m.a., at minnismerki verður avdúkað, røður verða hildnar og nólsoyingar far at syngja.
Aftaná verður ein kaffimunnur at fáa í Royndarhúsinum.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald