2020-12-19 08:40

Klokkan 10:30 í morgun byrjar Kringvarpið at senda úr Eysturoyartunlinum, sum letur upp í dag.
Við lægsta punkti í tunlinum, í rundkoyringini, verður hátíðarhald klokkan 11 fyri innbodnum, og har fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum at klippa snórin.
Aftaná hátíðarhaldið, klokkan 12, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu.
Tað er ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum restina av árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald