Innanlands

Hátíðarhalda innflyting - fimm ár seinni

Fotostudio læt upp tá korona byrjaði og landið varð latið aftur. Í dag verður upplatingarveitsla við Trølla Pætur og ommuni í Smiðjugerði 1

(Mynd: Fotostudio)

(Mynd: Fotostudio)

2025-03-14 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri fimm árum síðani, læt Fotostudio dyrnar upp í nýggju hølunum í Smiðjugerði 1 í Havn.

Men samstundis sum latið varð upp, lukkaði landið niður. Koronufarsóttin herjaði, og hetta darvaði virkseminum, og tí kom tað ongantíð til eina upplatingarveitslu.

Men hon verður í dag, og øll eru boðin á gátt hjá Fotostudio.

Trølla Pætur og omman koma eisini at hátíðarhalda dagin saman, og tá verður møguligt at taka mynd saman við teimum púra ókeypis. Okkurt gott verður at fáa til børn og tey vaksnu.

Tiltakið er millum trý og fimm seinnapartin.

Tað eru tey trý myndafólkini Per á Hædd, Pavla Eliasen og Sunrid Helgadóttir í Gong, sum reka Fotostudio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder