Uttanlands

Hattur hjá Napoleon seldur fyri 1,76 milliónir krónur

Áðrenn varð hann seldur fyri eina nógv minni upphæd í Týsklandi, men síðani varð staðfest, at franski keisarin, Napoleon Bonaparte hevði átt hann, og varð hann seldur fyri 200.000 pund í London

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2021-10-29 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð ein gamal hattur hjá franska hernaðarleiðaranum og keisaranum, Napoleon Bonaparte, seldur fyri 200.000 bretsk pund, boðar bretska auktiónshúsið Bonham frá.

Hendan upphæddin svarar til 1,76 milliónir í okkara krónum. Hatturin endaði hjá Bonham eftir at hava verið seldur fyri eina minni upphædd á einum týskum auktiónshúsi, áðrenn nakar varnaðist, at talan var um ein hatt hjá Napoleon.

Nýggi eigarin fann eina áskrift á hattinum, sum gav ábendingar um, at Napoleon hevði átt hattin, og fann hann eisini fram til, at hann var frá somu tíð. Síðani varð hatturin kannaður gjøllari, og tvey av hárunum, sum vórðu funnin í hattinum, samsvaraðu við dnaið hjá Napoleon.

Mett varð, at hatturin fór at verða seldur fyri millum 100.000 og 150.000 pund, ið svarar til millum 882.000 og 1,3 milliónir krónur, skrivar Ritzau. Men sum kunnugt, varð hatturin seldur fyri væl meira enn tað.

Aðrir lutir hjá Napoleon vórðu eisini seldir á somu uppboðssølu. Millum annað varð eitt gamalt svørð selt fyri góð 313.000 pund (2,75 milliónir krónur), meðan eitt gullskrín fór fyri 69.000 pund (uml. 607.000 krónur).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder