Innanlands

Hav Nes er ársins skip 2021 í FAS

Sjóvinnustýrið handar á hvørjum ári heiðursmerki til skip, sum kan vísa á serliga góð úrslit

2022-02-28 22:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist Hav Nes hjá Navigare Shipping.

Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru Listervik og Sjóborg.

Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.

Eitt undantak var tó í 2020. Vegna korona vórðu fá havnastatseftirlit framd, og tí varð einki skip kosið ársins skip í 2020.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini.

Um fleiri skip hava somu avrik, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Hetta er áttandu ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins Skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder