Sera nógvur roykur er og hevur verið í økinum við brúnna um Streymin seinnapartin. Um eitt tíðina kyknaði eldur í einum sethúsum. Í sambandi við sjálvan eldin varð eitt fólk flutt á Landssjúkrahúsið, men í sambandi við nógva roykin, er ein bussur farin við næmingum og lærarum, sum skulu kannast nærri fyri roykeitran.
- Foreldur kunnu seta seg í samband við skúlastjóran og dagstovnaleiðaran fyri nærri kunning um teirra børn, sigur løgreglan.
Fólk í handlum og í øðrum húsum í økinum vóru fyrst flutt burtur, og seinni var skúlin á Oyrarbakka eisini evakueraður.
Løgreglan upplýsir, at eitt fólk var inni í húsinum tá eldurin kyknaði, men kom út áðrenn eldurin gjørdist stórur.
At síggja til eru húsini sera illa farin av eldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald