Innanlands

Hava fingið 16 fráboðanir um stormskaðar

Fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men talan hevur ikki verið um stórar skaðar, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-02 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, á ársins fyrsta degi, var nógvur vindur um alt landið, og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið 16 fráboðanir um stormskaðar millum klokkan sjey í gjárkvøldið og um klokkan trý í nátt.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, men tíbetur hevur talan fyri tað mesta verið um smærri skaðar.

Fráboðanir eru millum annað komnar um ymiskt leyst tilfar, sum hevur ligið uttanfyri, og sum er farið í vindinum. Tveir kampingvognar fóru eisini í vindinum – ein í Sundalagnum og ein norðanfyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder