Illveðrið, ið herjaði í gjárkvøldið og í nátt er nú av, og hevur tað ikki elvt til nakran álvarsaman skaða.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum sigur, at løgreglan hevur fingið 47 fráboðanir um stormskaðar.
Talan er tó mest um smáskaðar, sum takplátur, ið eru loysnaðar, knústar rútar, ruskstativ, sum var farið í vindum og annað av hesum slagi.
Í Leirvík fór ein 40 fót bingja tó útav bryggjukantinum. Vandi var fyri, at hon kundi gera skaða á bátarnar í bátahylinum, men áðrenn tað hendi, eydnaðist tað at tryggja hana.
Illveðrið var helst eisini orsøkin til, at lítið av fólki var í býnum í nátt, og hevur tað tí verið stak friðarligt í náttarlívinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald