Innanlands

Hava fingið fleiri fráboðanir um nakinmyndir

Nakinmyndir av føroyskum kvinnum og gentum kunnu vera í umferð á sosialum miðlunum í løtuni, og er løgreglan farin at kanna málið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-14 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir frá kvinnum um, at nakinmyndir av føroyskum kvinnum og gentum kunnu vera í umferð á sosialu miðlunum.

Talan er, sum skilst, um kvinnur, sum hava sæð skíggjamyndir av mappum við nøkrum nøvnum á, sum hevur fingið tær at reagera, sigur vakthavandi á politistøðini.

Í hesum sambandi verður mint á, at tað ikki er loyvt at deila myndir við øðrum uttan samtykki frá persóninum á myndini. Serliga ikki, um talan er um fólk, sum eru undir 18 ár.

Løgreglan er nú farin at kanna málið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder