Innanlands

Hava fingið fleiri klagur um larm í nátt

Nógvar veitslur hava verið um vikuskiftið, og hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir frá grannum, sum ikki hava fingið náttarfrið – Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um harðskap í nátt, men talan er ikki um stóran skaða

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-20 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvar veitslur hava verið um vikuskiftið, og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið nakrar klagur um larm frá grannum, sum ikki hava fingið náttarfrið fyri hesum.

Talan hevur bæði verið um húgvuveitslur, polterabends og sveinagildi, og fráboðanir eru komnar ymsastaðni úr landinum, m.a. úr høvuðsstaðarøkinum og Skálafjørðinum, sigur løgreglan.

Eisini hava nógv fólk verið í býnum í nátt, og hevur tað givið løgregluni eitt sindur av arbeiði. Millum annað hava tey hjálpt fullum fólkum og koyrt onkran heim, men tað hevur sum heild gingið friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini.

Løgreglan fekk tó eisini eina fráboðan um harðskap í nátt.

Ein borgari greiddi frá, at hann  hevði fingið ein neva í andlitið, og at hann visti hvør tað var, sum hevði sligið, og ynskti hann at melda viðkomandi fyri harðskap.

Persónurin hevur ikki fingið stóran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder