2022-03-19 10:39
Tað hevur verið fitt av vindi í gjár og í nátt, og hetta hevði m.a. við sær, at ein bussur fór av vegnum í Hvalvík, og at ein annar bussur fekk trupulleikar í Vágatunlinum.
Les eisini: Trupult hjá bussum í nógva vindinum
Annars hevur vindurin ikki elvt til nógvan skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin í morgun. Tó hava tey fingið onkrar fráboðanir úr Svínoy og Leirvík um onkrar takplátur, sum fuku í vindinum.
Av Argjum kom eisini ein fráboðan frá fólki um okkurt byggitilfar, sum ikki varð mett nóg væl tryggjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald