Líkini av 11 sivilum fólkum eru funnin í einum bilhúsi í ukrainska býnum Hostomel, sum liggur uttan fyri høvuðsstaðin, Kyiv.
Tað skrivaði ukrainska blaðið Pravda í gjárkvøldið.
Blaðið vísir á eini boð frá fyrrverandi ukrainska innanríkisráðharranum, Arsen Avakov, á boðtænastuni Telegram. Sambært boðunum, eru tað russisk herfólk, sum hava framt drápini.
Enn hevur ikki verið møguligt at fáa hesi tíðindini váttað frá óheftari síðu, skrivar týska tíðindastovan, dpa.
Hostomel liggur í ein útnyðring úr Kyiv. Ein flogstøð liggur nærhendis býin. Tað hava verið harðir bardagar um býin millum russiskar álopsdeildir og ukrainskar verjudeildir, síðan kríggið byrjaði. Men nú hevur russiski herurin trekt seg úr býnum.
Tey flestu av teimum 16.000 fólkunum í Hostomel eru flýggjað, skrivar dr.dk í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald