Uttanlands

Hava funnið kropslutir í Eystrasalti

Stava helst frá flogvanlukkuni sunnukvøldið

Mynd tikin av Bornholm, tá eitt jagaraflogfar royndi at fáa samband við privatflogfarið (Mynd av Facebook)

Mynd tikin av Bornholm, tá eitt jagaraflogfar royndi at fáa samband við privatflogfarið (Mynd av Facebook)

2022-09-06 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kropslutir eru funnir í Eystrasalti, sum helst eru frá flogvanlukkuni sunnudagin.

Tað upplýsir talspersónur fyri lettisku sjóverjuna fyri norska TV2.

Tað var sunnudagin, at eitt privatflogfar við fýra persónum umborð, datt niður í Eystrasalti. Síðan eru fleiri vraklutir av flogfarinum funnir.

Talan var um eitt Cessna 551 flogfar á veg úr Spania til Köln í Týsklandi, sum datt niður út fyri lettiska havnabýin Ventspils kl. 19.45 lokala tíð sunnukvøldið, upplýsir heimasíðan hjá svenska kringvarpinum SVT.

Les eisini: Týsk familja datt niður í flogfari 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder