Løgreglan í Kanada hevur, sambært Reuters, funnið líkið av øðrum av teimum báðum monnunum, sum eru undir illgrund fyri at standa aftan fyri kníválopið, sum kostaði tíggju fólkum lívið.
Les: Kníválop í Kanada: 10 deyð og fleiri onnur særd
Ógvusligu hendingarnar fóru fram í økinum James Smith Cree Nation, eitt øki í kanadiska statinum Saskatchewan, ið er sett av til upprunafólk.
Líkið av manninum hevði eisini sjónligar skaðar, sigur kanadiska løgreglan, sum eisini upplýsir, at teir báðir menninir, ið leitað hevur verið eftir, eru brøður.
Leitað verður framvegis eftir hinum beiggjanum. Hann verður hildin at vera í býnum Regina, sum liggur um 300 kilometrar frá James Smith Cree Nation, har knívsálopið hendi tíðliga sunnumorgunin, lokala tíð, skrivar Riazau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald