Klaksvíkar kommuna hevur goldið eina upphædd til teldusníkarnar, sum blokeraðu KT-skipanina hjá Klaksvíkar kommunu herfyri.
Dáturnar verða nú reinsaðar og lagdar inn á eina heilt nýggja skipan.
Hetta upplýsti Karl Johansen, borgarstjóri, fyri útvarpinum fyri løtu síðani. Klaksvíkar kommuna hevur júst hildið tíðindafund um tað, ið er hent.
Borgarstjórin vil ikki út við, hvussu nógv kommunan hevur goldið, men talan er um eina upphædd á undir eina millión krónur, upplýsti hann fyri útvarpinum.
Kommunan hevur leitað sær hjálp frá serfrøðingum uttanlands at samskifta og samráðast við teldusníkarnar, og harvið fáa hendur á dátunum aftur.
Karl Johansen upplýsti eisini, at hetta er gjørt í tøttum samstarvi við altjóða løgreglu, sum nú arbeiðir víðari við at finna fram til teldusníkarnar. Sambært borgarstjóranum skuldi møguleiki verið fyri, at løgreglan kann finna fram til í hvussu so er útgerðina, sum hevur verið brúkt til at sleppa inn í KT-skipanina hjá Klaksvíkar kommunu.
Klaksvíkar kommuna hevur síðan teldusníkaálopið arbeitt við at byggja eina heilt nýggja telduskipan upp at brúka frameftir. Allar teldur hjá starvsfólkum, sum kommunan eigur, eru innheintaðar, fyri at verða reinsaðar áðrenn tær kunnu setast til nýggju skipanina.
Ógreitt er í løtuni, hvussu nógv hetta álopið hevur kostað Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald