Innanlands

Hava hjálpt nógvum fullum fólkum í nátt

Eini sjey-átta ferðir hevur løgreglan hjálpt onkrum, ið antin vóru avdottin, ella vóru dottin og høvdu fingið skaða – Tað er óvanliga nógv fyri eitt vanligt kvøld í mai, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-16 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru nógv fólk í býnum, og løgreglan hevur í hesum sambandi havt úr at gera við at hjálpa fólkum, hava ligið avdottin ella eru dottin og hava fingið skaða.

– Eg haldi tað vóru eini sjey-átta tilburðir, og tað er óvanliga nógv fyri eitt vanligt kvøld í mai, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan veit ikki um nakran, sum hevur fingið álvarsaman skaða, men sjúkrabilur varð sendur eftir teimum.

Í nátt hava eisini verið onkrar hendingar, har fólk eru komin til ilnar, men talan hevur ikki verið um beinleiðis harðskap, men løgreglan fer at fylgja upp uppá okkurt mál seinni. Annars hevur verið friðarligt, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder