Innanlands

Hava hjálpt yvir tveimum milliónum fólkum úr neyð

Sjúkrahússkipið African Mercy veitir stóra hjálp til fátæk fólk serliga í Vesturafrika

2021-03-10 18:53 Author image
Innsent
placeholder

Føroyska deildina av Mercy Ships telist kanska millum tær smærru í felagsskapinum. Men hon er kortini partur av einum arbeiði, sum síðani stovnanina í 1978 hevur hjálpt meiri enn 2,1 milliónum menniskjum í ymiskum menningarlondum.

Við hjálp frá stórum skipi, sum er umbygt til eitt flótandi sjúkrahús, verður læknahjálp veitt á høgum støði til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu møguleika at fáa hesa hjálpina.

Umborð á skipinum ”African Mercy” er møguleiki at fáa viðgerðir fyri góðkynjaðar svullir, varra- og gómakloyvur (haruskarð), truplar brunaskaðar, truplar føðiskaðar, “grå stær” og skaðar, sum krevja ortopetiskar viðgerðir.

450 sjálvboðin
African Mercy er 16.700 GT og harvið heimsins størsta óhefta sjúkrahússkip. Hvørt ár veitir skipið hjálp til menniskju í Afrika, serliga í Vesturaftrika, har fátækradømið er sera stórt.

Sjúkrahússkipið hevur sjey væl útgjørdar skurðstovur, 80 seingjarpláss og veitir árliga umleið 7.000 skurðviðgerðir, umframt túsundavís av øðrum minni sjúkraviðgerðum.

Umborð á African Mercy er CT-skannari – tann einasti í øllum Vesturafrika.

Skipið er mannað við umleið 450 sjálvbodnum hjálparfólkum úr meira enn 30 londum, sum øll gjalda fyri at búgva og arbeiða umborð. Millum hesi hava eisini føroyingar arbeitt umborð. 

Allar viðgerðir, sum skipið bjóðar, eru ókeypis fyri tann sjúka. Viðgerðir verða givnar til menniskju, uttan mun til mentan, kyn ella religión. 

Føroyska deildin hevur eina nevnd. Í henni sita Hendrik Olsen úr Lamba sum formaður, Sólrun Poulsen í Havn sum kassameistari, Hildigun Steinhólm Højgaard í Saltnesi og Jóan Petur Johannessen í Havn, Olaf Olsen í Søldarfirði, Frimod Rasmussen úr Klaksvík og Ragnar Sundstein í Søldarfirði, sum nevndarlimir. Hósdagin 25. mars verður aðalfundur í føroysku deildini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder