Uttanlands

Hava ikki verið í skúla í meira enn 600 dagar

Í indiska høvuðsstaðnum New Delhi hava skúlar verið stongdir síðan mars 2020

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-28 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars 2020 góvu myndugleikarnir í indiska høvuðsstaðnum New Delhi boð um, at allir skúlar skuldu lata aftur orsakað av vaksandi smittutalinum. Og nú, nærum tvey ár seinni, fáa milliónir av skúlabørnum í býnum framvegis undirvísing á netinum.

Talan er um ein av longstu afturlatingunum av skúlum undir koronufarsóttini, nú næmingar hava verið heima í meira enn 600 dagar.

Stúrt hevur verið fyri, at afturlatingin kann gera gjánna millum rík og fátæk enn størri, og at mistir førleikar kunnu elva til sálarligt og kropsligt stress fyri fleiri milliónir. Hundraðtúsundatals børn frá familjum við lágari inntøku, sum ikki hava ráð til teldur, eru eisini í vanda fyri at missa atgongdina til útbúgving.

Hóast New Delhi nú letur meira upp, er tað sama ikki galdandi fyri skúlar enn.

Les eisini: Unicef: 616 milliónir skúlanæmingar hart raktir av koronufarsóttini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder