Fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 varð innflutt fyri 8,7 milliardir krónur, ið er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Um skip og flogfør ikki verða tald við, varð innflutt fyri 7,8 milliardir, ið er trý prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022.
Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum, skrivar Hagstovan.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1,4 milliardir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av hesum árinum, ið er 301,4 milliónir krónur - ella 17,7 prosent - lægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" -fyri tað mesta feskur toskur og makrelur. Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 26,8 prosent.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin -fyri tað mesta alifóður. Har er innflutningsvirðið vaksið 148 milliónir krónur, ið svarar til 25 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald