2019-12-19 10:04
Í ár hevur TAKS lagt hald á munandi størri nøgdir av rúsevnum enn í fjør.
Í ár er hald lagt á 17,1 kilo av hassji, og sambært TAKS er hetta tvífalt so nógv sum fyri einum ári síðani.
Virðið á hassjinum er mett at vera 4,3 mió. krónur.
Nøgdin av sterkari rúsevnum er eisini støðugt vaksandi, skrivar heimasíðan hjá TAKS í morgun. Tolleftirlitið hevur í ár tikið eitt kilo av amfetamini, 500 LSD-frímerkir, 45 gramm av MDA og 50 gramm av kokaini.
Mett verður, at rúsevnini tilsamans kundu verið seld fyri 5,8 mió. krónur á marknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald