
Stóra omanlopið á Elduvíkarvegnum í gjár hevði við sær, at fólkini í bygdini hava verið avbyrgd. Kortini hevur tað eydnast at rudda vegin so mikið í dag, at Landsverk í tveimum umførum hevur leitt ferðsluna ígjøgnum.
Men enn er ikki trygt at koyra hjá almennari ferðslu, og tí er vegurin framvegis stongdur. Aftur í morgin árini millum klokkan 7 og 8 verður ferðslan leidd ígjøgnum, men síðani verður vegurin stongdur aftur.
Tilfarið sum er komið oman á vegin hevur tikið umleið 200 metrar av autoverju við sær.
Sí eisini: Myndir: Stóra omanlopið á Elduvíkarvegnum
Sí eisini: Dronumyndir av Elduvíkarvegnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald